Barnasjónleikur á ólavsøku

Okkurt er eisini til børnini á ólavsøku. T.d. ber til at fara á gamla Meiaríið, har Grima framførir barnaleikin: » Rumbul í Húsi». Frumsýningin verður 26. juli kl. 16.

Leikurin er um tveir løgnir stavnar, sum flyta inn í somu íbúð - tó uttan at teir vita av hvør øðrum. Teir kunnu ikki einast, og hvørgin vil flyta, og tað stendst nógv løgið burturúr.

Súsanna Tórgarð og Katarina Nolsøe eru á palli, og Hans Tórgarð hevur leikstjórnað rumblinum.

Á ólavsøku eru sýningarnar i gamla Meiarínum ólavsøkuaftan kl. 15 og 17 og ólavsøkudag sama tíðarskeið.