Barnasjónleikur í hásæti

Aftur í ár verður barnasjónleikarafestivalur. Hesaferð eitur festivalurin "Kolumbina".

 

- Kolumbina er ein av figurunum í Commedia dell’arte. Hon er snild, vís og kreativ. Hon er løtt bæði í lindi og í kroppi, hon er full av lívi og liti, og so er hon altíð forelskað. Barnasjónleikarafestivalurin í ár verður tískil litfagur og lívligur við einum veti av ljósareyðum forelskilsi, siga fyrireikararnir.

 

Festivalurin byrjar kl 10.00 við eini stórari skrúðgongu úr Sjónleikarhúsinum oman í Vágsbotn. Skrúðgongan verður stór, litføgur og stuttlig.

 

Umframt eina rúgvu av barnasjónleikarum seta Kolumbina, Harlekin, Pantalone, Grísurin Gríma, tigarinTina og fílurin Per dám á gonguna.

 

Í morgin fyrrapartin klokkan 10.30 verður setanin av festivalinum. Setanin verður í Vágsbotni. Til setanina verður tónleikur og sjónleikur, og Kolumbina og Pantalone siga nøkur vísdómsorð.

 

Harumfamt verður vinnarin av H.A. Djurhuus sangleikakappingin almannakungjørdur.

 

Eftir setanina byrjar fyrsti leikurin. Heili 7 leikir verða við á festivalinum í ár. Leikirnir verða spældir á Tjóðpallinum og í Sjónleikarhúsinum í Havn.

 

Allir leikirnir eru ókeypis.