Barnasangir til børnini hjá børnunum

Fløguútgáva

Fyri fimmogtjúgu árum síðan, í árinum 1975, gav Hjørdis Johansen út plátuna "Barnasangir" við 27 kendum og ókendum barnasangum í vinylinum. Síðan tá eru nógvir av teimum tá ókendu barnasangunum vorðnir fólkaogn.

Men meðan sangirnir á plátuni hava livað víðari hesi farnu 25 árini, eru teir flestu plátuspælararnir antin tveittir burtur ella goymdir á ovastalofti, og tí er tað ikki heilt av leið, at Plátufelagið Tutl hevur tikið stig til at endurútgeva tey 27 løgini á plátuni sum fløgu.

Fleiri av børnunum, sum fyri 25 árum síðan lurtaðu eftir plátuni og sungu sangirnar í barnagarðinum, eru sjálvi vorðin foreldur at børnum. Fløgan "Barnasangir" hjá Hjørdis Johansen er soleiðis stílað til børnini hjá børnunum, sum hoyrdu upprunaligu plátuna.

Tíðin hevur ikki bara elt lurtararnar. Um hugt verður eftir nøvnunum á teimum smágentunum, ið sungu barnasangirnar á plátuni í 1975, síggjast nøvn, ið nú verða sett í samband við vaksnar kvinnur. Millum nøvnini á ungu sangarinnunum sæst millum aðrar Maria Guttesen, sum síðan tá rættiliga hevur gjørt um seg innan føroyskan rocktónleik við solofløguni "Where it all begins". Hinar sangarinnurnar, ið sungu løg á plátuni, eru Hansina Iversen, Eyð Rasmussen, Birita Petersen, Malfríð Jacobsen, Unn Rasmussen og Hjørdis Johansen.

Tutl endurútgevur javnan gamlar LP-plátur, ið plátufelagið gav út í tíðini áðrenn ljómfløguna.