Mánakvøldið hin 27. juli skipar Tórshavnar Súkklufelag fyri barnasúkklukapping í Havn. Tað verður einans kappast í býarkoyring. Gentir og dreingir kappast í hvør sínum bólki, og heiðursmerki verða lutað til trý tey fremstu. Kappingin byrjar klokkan 20.00.
Kappast verður í hesum bólkum:
Bólkur 1: 8 ár og yngri (fødd í 2001 og aftaná). Súkkla umleið 2 km.
Bólkur 2: 9-11 ár (fødd í 1998-2000). Súkkla umleið 4 km.
Bólkur 3: 12-14 ár (fødd í 1995-1997). Súkkla umleið 6 km.
Bólkur 4: 15-17 ár (fødd 1992-1994). Súkkla umleið 8 km.