Barnarættindi ikki nóg væl vird

Barnarættindini hjá ST verða ikki hildin á fleiri økjum í Føroyum, staðfestir Amnesty, nú altjóða barnarættindadagur er í dag, 20. november.

Í 2011 fingu føroyingar fleiri áheitanir frá ST um at bøta um barnarættindini, og tað hevur millum annað elvt til, at eitt barnaumboð er á veg og at fráboðanarskyldan er herd.

Men eingi hagtøl eru um kynsligan ágang og onnur viðurskifti, og heldur ikki verður nakað gjørt fyri, at øll børn í Føroyum skulu kenna síni rættindi eftir Barnarættindasáttmálanum.

Føroyar skrivaðu undir barnarættindasáttmálan hjá ST fyri 21 árum síðani, í 1992, men Katrin á Neystabø, átakssamskipari hjá Amnesty, heldur tað ikki vera í lagi, at enn er so langt á mál.

Hoyr samrøðu við hana við at trýsta á pílin undir myndini.