Barnaróðurin útsettur

Sum siðvenja er, so verður ársins fyrsti FM-róður í Klaksvík um vikuskiftið, tá skipað verður fyri Norðoyastevna.


Ein partur av hesum er eisini barnaróðurin, ið plagar at vera fyrst á skránni. Eftir ætlan skuldi hann byrja klokkan 13 leygardagin, men vegna jarðarferð, so er hann fluttur til klokkan 14. Tað boða Róðrarsamband Føroya og Klaksvíkar Róðrarfelag frá í tíðindaskrivi í dag.


Raðfylgjan er fylgjandi:


Barnaróður, dreingir

3 Firvaldur
4 Sílið
5 Ternan
6 Ørnin
7 Royndin Fríða
8 Falkur
9 (Ver) Silja
10 Drekin
11 Beinta
12 Tekla
13 Títtlingur
14 Havfrúgvin
15 Jallurin
Tilsamans 13 bátar


Barnaróður, gentur

4 Falkur
5 Ørnin
6 Erla Kongsdóttir
7 Royndin Fríða
8 Spógvin
9 (Ver) Frúgvin
10 Silja
11 Sílið
12 Havfrúgvin
13 Fípan Fagra
14 Pílur
Tilsamans 11 bátar


Fimmmannafør, gentur

4 Beinta
5 Firvaldur
6 Sílið
7 Havfrúgvin
8 Pílur
9 (Ver) Drekin
10 Kollur
11 Falkur
12 Hulda
13 Báran
14 Svalan
Tilsamans 11 bátar


Seksmannafør,  kvinnur

6 Skúgvur
7 Rádni
8 Fortuna
9 (Ver) Jarnbardur
10 Páll Fangi
11 Sølmundur
Tilsamans. 6 bátar


Fimmmannafør, dreingir

4 Frúgvin
5 Teistin
6 Fípan Fagra
7 Beinta
8 Kollur
9 (Ver) Jallurin
10 Ritan
11 Sílið
12 Junkarin
13 Tjaldrið
Tilsamans 10 bátar


Seksmannafør, menn

7 Gongurólvur
8 Hvessingur
9 (Ver) Smyril
10 Páll Fangi
11 Fortuna
Tilsamans 5 bátar


Fimmmannafør, kvinnur

6 Erla Kongsdóttir
7 Tekla
8 Teistin
9 (Ver) Drekin
10 Fípan Fagra
11 Frúgvin
Tilsamans 6 bátar


Áttamannafør

7 Gullbrandur
8 Knørrur
9 (Ver) Miðvingur
10 Argjabáturin
11 Nevið Reyða
Tilsamans 5 bátar


Tíggjumannafør

7 Drekin Reyði
8 Ormurin Langi
9 (Ver) Eysturoyingur
10 Havnarbáturin
Tilsamans 4 bátar