Barnaróður verður full FM-kapping

Harafturat verður aldurin til barnaróður broyttur úr 12 til 15 ár, niður í 12 til 14 ár, og róðursfólkið skal vera yvir 18 ár.

 

Hesar broytingar verða tó fyrst galdandi til kappingarárið 2011.

 

Tað samtykti Róðrarsamband Føroya á eykaaðalfundi mikudagin.

 

Annars var í uppskoti, at bert fýra stevnur skuldu telja sum FM-kapping hjá barnaróðri. Hitt uppskotið var, at allar sjey stevnurnar skuldu verða FM-kapping hjá børnunum, og at kappingin tískil skuldi verða júst sum hjá teimum vaksnu.

 

Argumentið fyri, at bert fýra stevnur skuldu telja sum FM-kapping var millum annað, at barnaróður upprunaliga var ætlað sum ein upplærandi og fyrireikandi kapping til FM-kappingina í kappróðri, og at tað við at gera allar sjey stevnurnar til FM-kapping fór at gerast ein alt ov seriøs kapping fyri børnini, og at hetta tí kundi minka um tilgongdina av ungum róðrarfólki.

 

Argumentið fyri at gera allar sjey stevnurnar til FM-kapping var hinvegin, at hetta var eitt ynski millum børnini, at tey vilja takast í sama álvara sum vaksnamannaróðurin.

 

Samtykta uppskotið gjørdist tó eitt millumting millum hesi bæði uppskotini.

 

Barnaróður verður FM-kapping allar sjey stevnurnar, men við einari sokallaðari Grand-Prix skipan, har bert fimm tey bestu úrslitini koma at telja.