Á aðalfundinum hjá Róðrarsambandi Føroya leygardagin, varð samtykt, at Barnaróður nú eisini skal skipast í FM kapping, og at ein bólkur verður settur niður at arbeiða víðari við hesum uppskotinum.
Millum uppskotini var at tríggjar av kappróðrarstevnunum í summar verða FM-stevnur hjá Børnum. Uppskotið varð millum annað, at hesar verða jóansøka, vestanstevna og ólavsøka.
Eisini varð tosað um at býta barnaróðurin upp, soleiðis at tað ikki veðrur alt ov stórur munur millum tey elstu og yngstu í barnaróðuri, eitt nú sum u-12 og u-14.
Dúliga varð kjakast á aðalfundinum um hetta uppskotið, og varð endin, at ein trímannabólkur skal gera reglugerð fyri róðurin og aldursbólkar, umframt uppskot til, hvussu nógvar og hvørjar stevnur talan skal verða um.
Síðan verður eykaaðalfundur hildin áðrenn Norðoyastevnu, har endalig støða skal takast til hvussu barnaróðurin veðrur skipaður í FM.