Barnarættindi fylla 20 ár í dag

Í dag eru liðin 20 ár síðani ST samtykti altjóðasáttmálan um barnarættindi.

Í Føroyum var hann settur í gildi 11. maj 1993. Sáttmálin um barnarættindi hevur til endamáls at:

- tryggja øll børn fyri órættvísi og útarming

- geva øllum børnum møguleikar at taka lut í avgerðum, ið ávirka lív teirra

- gera sítt til at skipa eitt rættvíst altjóðasamfelag, sum ikki bert børn, men øll mannaættin, hevur krav um.

Sáttmálin fekk gildi á heysti 1990, tá fleiri enn 20 lond høvdu staðfest hann.