Barnarættindadagur

Djóni J. Eidesgaard, Dagligur leiðari, Barnabati
----
Dreymurin um at børn og for­eldur skulu liva tætt sam­an í gleði og virðing, er møgu­liga ein av teimum sterk­astu dreymunum í okk­ara mentan. Myndin av kjarnu­familjuni við mammu, pápa, einum ella fleiri børnum, er fyri flest okkara ein vanlig familja, hóast vit væl vita at saman­setingin hevur fleiri litir.
Í byrjan av farnu øld vóru fleiri amerikufólk stúrin fyri, at børn og foreldur mistu sam­bandið við hvønn annan, ella mistu tað kærleiksfulla sambandið, tá ið børnini fóru úr reiðrinum.
Úr eini roynd at hjálpa børnum og helst foreldrum mest, at varðveita hesar góðu kenslur, føddist mammu­dagurin, og fá ár eftir kom eisini pápadagurin.
Í einum smáriti stutt fyri 2. veraldarbardaga verður stuðla undir, at børn skuldu royna at verða saman við mammu ella pápa sínum henda dag, og um hetta ikki bar til, so átti ein at sent eitt post­kort. Sum barn skuldi man hjálpa til við tí húsliga meira enn vanligt, bera kaffi til seingjakantin og biða um fyrigeving fyri tann órætt sum er farin í undanfarna ári.
Í øllum ruðuleikanum eftir 2. veraldarbardaga skapt­ist Sameindu Tjóðir (ST), sum ein roynd at skipa ein stovn, har øll heimsins lond kunnu samarbeiða og koma fram til friðarligar loysnir á trupulleikum, sum áður hava elvt til blóðigar sam­anbrestir. ST er ikki bert ein stovnur sum húsar sam­ráðingum, men her hev­ur man eisini átikið sær upp­­gávuna, at skapa norm­ar, ella viðurkendar regl­ur, fyri hvussu tað góða menn­iskjansliga lívi átti at sæð út, eitt nú við at orða yvir­lýsingina um manna­rætt­indi (1948). Yvirlýsingin er síð­ani blivin byrjanarstøði til millumtjóða- og altjóða­sáttmálar. Hesir sátt­mál­ar eru bindandi fyri lima­­lond­ini. Eitt dømi er barna­rætt­inda­sáttmálin, har man viður­kennir hvørji rættindi eitt hvørt barn skal hava til eina og hvørja tíð.
Í dag er 20. november, dag­urin vit hava ogna børnum okkara kring allan heim. Vit hátíðarhalda at yvirlýsingin um barnarættindi bleiv sam­tykt henda dag í 1959, og at henda yvirlýsing 30 ár seinni bleiv ein altjóða sáttmáli. Ein dagur har tørvur og rætt­indini hjá børnum eiga ser­ligan ans, serstakliga millum tey sum stýra okkara landi.
Sum allir merkisdagar vit halda einaferð um árið, gevur mammu-, pápa- og barna­dagurin høvi til bæði gleði, samanhald og um­hugsan. Meiningin við hes­um merkisdøgum er ikki, at vit skulu geva hvørjum øðr­um gávur ella blómur í hópa­tal, men at vit, við at geva hesa gávu, skulu hugsa gjølla um henda gáva hevur eitt symbolskt virði sum samsvarar okkurt í veru­leikanum.
Veitsluhald broytir kanska ikki støðuna hjá okkum, men vit toyggja okkum tað lítla eyka júst henda dag, fyri at minna okkum sjálvi á, hvat vit áttu at gjørt hvønn dagin.
Neyvan er tann fullkomna familjan at finna og vit nýtast ikki at samanbera okk­um við onnur.
Barnadagar eiga at geva okkum høvi at steðga á og hugsa um umstøður og pláss okkara børn hava í sam­felagnum, skúlanum og í familjuni.
Hvør hevur ábyrgdina av at barnarættinda-sáttmálin verður hildin?
Tað hava vit øll sum búgva her á landi - sjálvt um eg veit at Føroya Landstýri hevur ábyrgdinia, við tað at barnarættindasáttmálin bleiv settur í gildi í 1992. Vit hava við vissu bundi okk­um til at verkseta hann, men fyri at hetta veruliga skal eydnast, mugu vit øll hjálpast at.
Góðan barnarættindadag øll somul.