Barnaróðrar: Ingibjørg og Fípan vunnu

Ingibjørg og Fípan Fagra vunnu FM í barnaróðri

Genturnar umborð á Ingibjørg tryggjaðu sær í dag FM heitið í tættari kapping við Huldu, tá seinasti barnaróðurin var á ólavsøku. Teir báðir bátarnir hava kappast alt árið, og tað var ólavsøkuróðurin, sum varð avgerandi.

Hjá dreingjum hevði Fípan Fagra úr Klaksvík tryggjað sær FM heitið fyri róðurin í dag. Fípan Fagra vann eisini seinasta róðurin og setti harvið tvær strikur undir trygga FM heitið.

Barnaróður gentur – støðan FM 2019
1. Ingibjørg 41 stig
2. Hulda 39 stig
3. Rókurin 27 stig

Barnaróður dreingir – støðan FM 2019
1. Fípan Fagra 42 stig
2. Knúkur 33 stig
3. Fiskurin 27 stig