Edva Jacobsen
---------
Tað kann ikki góðtakast í einum værferðarsamfelag, at børn bíða upp til 2 ár, og kanska longur, fyri at fáa eina sjúkustaðfesting.
Bíðitíðin má niður
Tað er sera týdningarmikið, at bíðitíðirnar eru so mikið stuttar, at børnini skjótast til ber fáa eina ‘’diagnosu” og harvið beinanvegin fáa rætta viðgerð.
Hetta er sera umráðandi fyri barnið sjálvt og alla familjuna, sum er um barnið. Um tað gongur ov long tíð til ein sjúka verður staðfest, kann menningin av barninum steðga upp, og í ringasta føri fær barnið afturstig í bíðitíðini.
Barnapsykiatri má fáa betri umstøður
Tann umberingin, at vit ikki eru komin longur í Føroyum, tí tað eru so nógv í okkara grannalonum, sum hava so stóran tørv á barnapsykiatri, hon heldur ikki.
Vit mugu taka hond um okkara børn og arbeiða hart fyri at barnapsykiatri fær góðar umstøður at virka undir. Tað má vera okkara mál, um vit framhaldandi skulu kalla okkum eitt vælferðarsamfelag fyri øll.
Hettar er ein av orsøkunum til at eg atkvøddi NEI til Salt-projekt.