10. august í badmintonhøllini Havn, verður tað fyrsta innleiðandi umfarið í sangkappingini Barnaprix 2002.
Nú hevur risa stóra barnasangkappingin fingið enn ein kenning upp í leikin. Tað er nevniliga okkara góði vinur NÓSI hjá Føroya banka, sum er høvuðsstuðul, ið kemur at vera við okkum kring Føroyar, tá ið undankappingarnar fara fram. Eisini kemur NÓSI at seta sín dám á finaluna sum verður 9.november.
Tískil fær kappingin sjálvandi heiti "NÓSA BARNAPRIX 2002"
Umframt sangkappingina, verður nógv spennandi á skránni, NÒSI hevur sagt frá, at hann fer at deila út, T-shirtir til áskoðarar, og luttakararnir fáa eisini gávulutir frá honum. Ein góð pizza kann koma væl við, so Pizza 67 er sjálvandi eisini við til at stuðla tiltakinum.
Allir luttakararnir eru nú fundnir, fullteknað er allastaðni. Neyðugt hev-ur verið við lutakasti, av tí so nógv høvdu tekna seg. Tey sum vóru so heppin, at sleppa við í ár sí www.barnsprix.fo
Løgini sum nú eisini eru komin uppá pláss verða um stutta tíð send til luttakararnir á einari fløgu. Fyrireikararnir saman við NÒSA vilja við hesum takka tónleikarunum og øðrum, sum hava hjálpt til, at fáa til vega øll tey góðu løg sum luttakararnir skulu syngja. Løgini sum eru at velja millum, sí www.barnsprix.fo
Kappingin gongur fyri seg uppá tann mátan at 10 løg (tvs. 10 luttakarar) verða við til hvørt umfar. Vinnaralagi verður síðan tikið burturúr, og eitt nýtt sett inn í staðin, (altso eitt av hinum 16 løgum). Sjálvandi ber til at fleiri, syngja tað sama lagi tá ið undankappingarnir fara fram, og við hesum kemur tað av sær sjálvum, at vera 10 ymisk løg tá ið finalan er. So eini góð ráð hjá luttakaranum er, at venja 2 ella 3 løg. Tað kundi jú hent, at eitt lag sum valt er, rýkur út til næst umfar.
Dømi: 3 børn hava valt at syngja t.d. "Eg eri ein K". Um hetta lagið gert vinnaralagið av undankappingini, ja so er tað ikki við fylgjandi undanumførum (men altso við í finaluni) Annað lag av listanum verður sett inn av teimum 16 løgunum sum eru at velja í millum. Sostatt eru aftur 10 løg við til næsta undanumfar tvs. 9 av teimum sum vóru við í undankappingini frammanundan + 1 nýtt.
Nr 1, 2 og 3 fáa vinning. Vinnarin av kappingina NÒSA BARNAPRIX 2002 fær kr. 10.000.- til ognar.
NÓSI og fyrireikararnir ynskja luttakararnum góða eydnu.