Barnaprix 2002
Ragnhild Ellingsgaard
- Hevur tú hug at royna teg sum sangara ? At standa á palli og undirhalda ein glaðan skara ?
Í barnaprix 2002 fært tú møguleikan at finna útav, hvat í tær býr. Hevur tú kanska eitt goymt talent ? Ella býr í tær okkurt heilt serstakt ? So kom og tekna teg til barnaprix 2002, har tú kanst gerast ein nýggja sangstjørna á tí føroyska popp-himmalinum.
Soleiðis stendur inni á heimasíðuni hjá Barnaprix 2002, størsta undirhaldstiltakinum nakrantíð fyri føroysk børn.
Fyrsta umfarið fer av bakkastokki longu tann 10. august í Bandmintonhøllini í Havn, og verður finalan hildin á Kambsdali í novemur mánaða.
Kappingin er skipað sum ein sangkapping, har børnini velja sær tríggjar føroyskar sangir, og skulu tey síðan syngja tann eina av hesum í sjálvari kappingini.
Stórur áhugi
Tað eru James Olsen og Mark Joensen, sum standa aftanfyri tiltakið. Teir báðir hava fleiri royndir innan føroyskt tónleikaundirhald, bæði frá Ársins Songrødd og Ársins DJ-Show. Og væntandi fer Barnaprix 2002 ikki at standa nakað aftanfyri hesi tiltøk. Karmar eru lagdir um eina spennandi kapping, har tey ungu í Føroyum sleppa at royna seg á føroyskum tónleikapalli.
Talan er samstundis um størsta undirhaldstiltak, sum nakrantíð hevur verið á skránni fyri føroysk børn, har børnini sjálvi sleppa at luttaka.
Og áhugin fyri kappingini er stórur. So stórur, at longu nú er yvirteknað til flest øll undanumførini. Yvir 200 børn hava teknað seg til kappingina, men pláss er einans fyri 70 luttakarum.
- Tí mugu vit draga lutakast fyri at finna útav, hvør sleppur við hesu ferð, greiðir James Olsen frá.
Hann sigur víðari, at teir als ikki væntaðu so stóran áhuga, tá teir av fyrstani fóru undir fyrireikingarnar til Barnaprix - tiltakið.
James ivast heldur onga løtu í, at talan er um eitt afturvendandi tiltak.
- Vit hava fingið ótrúliga nógvar positivar afturmeldingar, bæði frá børnum og eisini foreldrum. Í dag ynskja øll at gerast ein stjørna, og tí verður tiltakið eisini á skránni aftur næsta ár, sigur hann.
Geva fløgu út
Á skránni eru 9 undankappingar, og verður ein finalistur funnin í hvørjari undankapping.
Sum nakað nýtt verður kappingin skipað soleiðis, at eingin av finalistunum syngur sama lag til finaluna. Hetta skuldi samstundis ført við sær, at finalan verður meir fjølbroytt og hervið eisini meir spennandi.
Teir ungu luttakararnir velja sær sjálvir trý løg, sum teir ynskja at framføra, og síðan velja fyriskipararnir 18 løg burtur úr, sum verða brúkt í kappingini.
Øll løgini skulu vera føroysk, og eru løgini av fløguni hjá unga Brandur Enni millum tey best umtóktu. Men eisini løg frá teimum Kulu Rótunum og Eg Eri Ein K verða at hoyra í kappingini.
Tey børnini, sum sleppa víðari til finaluna, sleppa harumframt eisini ein túr í eitt upptøkuhøli saman við James Olsen.
Her skulu tey syngja øll løgini inn á eina fløgu, sum síðani verður givin út beint eftir finaluna.
Meir kunning um Barnaprix 2002 er at finna á heimasíðuni www.barnaprix.fo