Politiið í Tjekkia hevur handtikið 32 fólk, sum eru undir illgruna fyri at hava verið við í einum bólki, sum hevur handlað við barnapornografiskum tilfari, sum hevur snúð seg um myndir, filmar og annað.
Haraftrat eru seks onnur fók eftirlýst av tjekkiska politiinum, sum sigur, at hald er lagt á teldur, myndatól og fartelefonir, umframt 1.500 dvd-fløgur í sethúsakanningum runt alt landið.
Kanningararbeiðið hevur verið í gongd síðani 2010, sigur ein talsmaður hjá politiinum, Sona Budska, ið váttar, at tveir av teimum handtiknu eru politistar.
Í farnu viku vóru 21 fólk handtikin í Polandi í sambandi við eitt mál har um barnaporno, og í tí førinum var tað eftir eitt prei frá týska politiinum, at tað eydnaðist at fremja handtøkurnar.