Málið um barnaporno, sum skuldi vera í Føroya rætti í dag, er útsett vegna sjúku.
Tað er ein maður í 30'unum, ,sum eru ákærdur fyri at hava barnapornografiskt tilfar í varðveitlsu og senda tað víðari.
Maðurin er ákærdur fyri at hava yvir 400 myndir og 34 sjónbond á teldu síni og fyri at hava deilt tey víðari.
Sambært Kringvarpi Føroya var tað National Cyber Crime Centre, sum varskógvaði føroysku løgregluna um mannin. Hon hevur kannað málið síðani 2014.
Løgreglan hevur gjørt húsarannsókn heima hjá manninum og lagt hald á eina teldu við tilfarinum á.
Revsiramman er upp í tvey ára fongsul.
Málið verður sett á skrá aftur sum skjótast, sigur sorinskrivarin.