Barnapornografi kann als ikki góðtakast

- At herða revsirammuna fyri barnapornografi forðar ella steðgar tí ikki í sjálvum sær, tað skulu onnur tiltøk til. Men tað sendir eitt greitt signal út um, at slíkt kann als ikki góðtakast, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna við lógarmálum

Málið um siðamisbrot og barnaporno á internetinum á síðuni yvir av, hevði uttan iva fingið ein nógv strangari dóm, vóru nýggju revsilógirnar komnar í gildi. Men hóast tær eru samtyktar í løgtinginum, verða tær ikki settar í gildi fyrr enn á nýggjárinum.

Tá verður heldur eingin ivi um aldurin á børnunum. Tá verða tey roknað sum børn inntil tey eru 18 ára gomul.

Annika Olsen, landsstýriskvinna við lógarmálum, arbeiddi í longri tíð við at nútímansgera revsilógina, og tað var eitt drúgt arbeiði. Heilar 52 broytingar vórðu lagdar fyri tingið, og tær komu allar ígjøgnum til endans – um enn onkur við bit og slit.

Paragraffirnar 222 og 223 snúgva seg um siðamisbrot og barnaporno, og har eru revsirammurnar gjørdar munandi strangari. Revsiramman fyri siðamisbrot var fongsul upp í eitt ár. Tað verður nú hert til tvey ár, og eru tað serliga herðandi umstøður kann hetta brot verða revsað við fongsli heilt upp í seks ár.

Eisini verður týðiligari tilskilað hvat er at rokna sum barnapornografiskt tilfar.

Fyrningarfreistin er longd fyri siðamisbrot. Hetta hendi longu í 2001, har galdandi 10-ára fyrningarfreist fekk gildi frá 18. ári. Tað merkir, at 10-ára fyrningarfreistin gongur frá 18-28 ár nú, har hon áður fekk gildi frá tí, at siðamisbrotið varð framt og tíggju ár fram. Tað merkir í førinum við fýra ára gomlu gentuni, at málið fyrnaðist, tá hon fyllir 14 undir gomlu ásetingini, meðan freistin við nýggju lógini er heilt fram til hon fyllir 28 ár.

 

Fyribyrging

- Tað hevur týdning at gera sær greitt, at ein herðan av revsirammuni ikki kemur barnapornografi til lívs, men tað sendir eitt greitt signal út um, at slíkt ikki verður góðtikið, sigur Annika Olsen.

Hon sigur, at tað skulu aðrir fyribyrgingarhættir til at forða fyri eitt nú barnaporno á internetinum.

- Føroya Tele gjørdi einaferð eina kanning sum vísti, at yvir 300 føroyingar eru inni á barnapornografiskum heimasíðum. Um tað so er av óvart ella av tilvild ber sjálvandi ikki til at siga. Tað kunnu jú eisini vera børn, sum av tilvild zappa seg inn á eina slíka síðu, sigur Annika Olsen.

Hon vísir á, at slíkt tilfar er eins lætt atkomiligt í Føroyum sum alla aðrastaðni í heiminum, og tí ræður um at fáa sett filtur á, so ikki slepst inn á hesar heimasíðurnar.

Fyribyrgingarnar í sjálvari lógini fara at geva ákæruvaldinum munandi sterkari kort á hondina, tá ákæra verður reist um siðamisbrot og barnapornografi.

Eftir samtyktina í løgtinginum ljóðar §235 (barnaporno av internetinum) soleiðis: »Den, som udbreder utugtige fotografier eller film, andre utugtige visuelle gengivelser eller lignende af personer under 18 år, straffes med bøde eller fængsel indtil 2 år eller under særligt skærpende omstændigheder med fængsel indtil 6 år«.

Skærpende omstændigheder meinast eitt nú við persónar, sum eru við í einum barnapornoringi og breiðir út myndir og líknandi av børnum.

 

Mannahandil

Nú broytingar eru gjørdar í revsilógini verður næsta stigið at kanna lógir um mannahandil.

- Vit vita, at slíkur handil fer fram í londunum rundan um okkum, og tí mugu vit rokna við, at tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn tað eisini kemur inn á okkum, sigur Annika Olsen.

Í Danmark er hetta ein stórur trupulleiki, og tað finnast hundraðtals, ja, kanska túsundtals kvinnur, sum eru lokkaðar til Danmarkar, fyri síðani at verða sendar út á gøtuna at selja seg sjálva.

Sami trupulleiki finst eisini í Noregi, og hóast norska stjórnin gjørdi eina lógarbroyting á nýggjárinum sum bannaði keypi av sex – framman undan var tað ólógligt at selja sex – so er hevur hendan broytingin ikki gjørt tann stóra munin.

Tað fara helst at ganga nøkur ár, áðrenn vit fara at uppliva slíkt í Havnar gøtum, men tað er í hvussu er nakað, sum landsstýriskvinnan í lógarmálum er varug við kann gerast aktuelt áðrenn langt um líður.