Í Sosialinum í dag stendur at lesa um ein mann, sum er ákærdur fyri at hava yvir 14.500 filmsbrot av barnaporno á teldum og harðdiskum heima hjá sær sjálvum. Maðurin er eisini ákærdur fyri at spjaða tilfarið víðari.
Tað er umvegis internetið, at maðurin hevur fingið fatur á tilfarinum og hevur spjatt tað víðari.
Bæði Vodafone og Føroya Tele vátta fyri in.fo, at tey hava eitt barnapornofiltur á internetsambandinum. Filturið verður umsitið av ríkispolitinum og virkar á tann hátt, at um onkur ynskir at vitja eina síðu, sum ríkispolitiið hevur skrásett at innihalda barnapornografi, verður viðkomandi beindur yvir á eina aðra síðu, við boðum um, at handan síðan er sperrað.
Kristian Davidsen, stjóri í Føroya Tele sigur tó, at filturið í løtuni er óvirkið.
- Ein teknisk dagføring varð framd her fyri, men eftir dagføringina fingu vit ikki gongd í filturið aftur. Hetta er tó vónandi komið í rættlag 1. januar, sigur Kristian Davidsen.
Kristian Davidsen vísir kortini á, at hetta einans er galdandi fyri heimasíður og ikki fyri peer-to-peer skipanir.
- Ríkispolitiið hevur einki upplegg at kanna peer-to-peer trafikk á hendan hátt, og vit hava ikki útgerðina til tess heldur, sigur Kristian Davidsen.
Hann sigur, at Føroya Tele skrásetir, hvussu nógv fólk vitjað bannaðu síðurnar, men ikki hvør. Hesi hagtølini verða eisini send til føroysku løgregluna. Hann vísir tó á, at um løgreglan hevur ein grundaðan illgruna og hevur eina dómaragóðkenning at gera eina rannsókn, kann Føroya Tele veita teimum ip-adressuna hjá teldununum.
Erland Simonsen, tekniskur stjóri í Vodafone, sigur, at hjá Vodafone er skipanin eisini einans galdandi fyri heimasíður, men hann loyvir sær at ivast, hvussu stóra nyttu skipanin í veruleikanum ger.
- Filturið steðgar teimum, sum av óvart á onkran hátt detta inn á slíkar síður. Um ein veruliga vil hava fatur í slíkum tilfari, megnar ein at koma runt um filturið, sigur hann og vísir á, at meginparturin av sovorðnum ólógligum trafikki fer umvegis peer-to-peer skipanir, sum ikki vera kannaðar.
- So tá tað kemur til at steðga barnaporno loyvi eg mær at ivast í, um filturini gera nakran veruligan mun, sigur Erland Simonsen.