Høvuðsuppgávan hjá einum barnaumboðsmanni skal vera at varpa ljós á og fremja rættindini hjá børnum, kunna um hesi rættindi og tala barnanna søk yvir fyri myndugleikum og samfelag. Barnaumboðsmaðurin skal verja áhugamálini hjá børnum og fylgja við, hvørjar menningarmøguleikar børn, sum vaksa upp í Føroyum, hava.
Ein Barnaumboðsmaður skal vera við í øllum málum, sum viðkoma børnum og ungum og taka sær av, at barnsins áhugamál verða sjónliggjørd og hoyrd. Hann skal fylgja við øllum lógaruppskotum, sum viðkoma børnum og ungum og tryggja, at tey eru til barnsins besta, og at tey eru í tráð við barnarættinda sáttmálan hjá ST.
Barnaumboðsmaðurin skal koma við uppskotum um batar, sum kunnu fremjast fyri at bøta um korini og rættartrygdina hjá børnum og ungum.
Barnaumboðsmaðurin skal upplýsa børn og ung um teirra rættindi og upplýsa samfelagið um, at rættindi hjá børnum og ungum skulu virðast.
Føroyar eru einasta norðurlandið, sum ikki hevur ein barnaumboðsmann. Danmark hevur tó eitt barnaráð. At vit hava tørv á einum barnaumboðsmanni vísa m.a. viðmerkingarnar hjá ST fyrr í ár, um at Føroyar mangla hagtøl innan barnafátækradømi og kynsligan ágang. Hóast Føroyar eru eitt gott og trygt land at vera barn í, so er enn langt á mál.
Øll skulu hava tað gott