Barnamøtir í Betesda um vikuskiftið

Tey gera nógv burturúr, nú børnini verða í miðdeplinum í samkomuhúsinum

Hetta vikuskftið verða barnamøti í Betesda í Klaksvík, og har hava tey gjørt nógv burtur úr við at hugna um og pynta.

 

Barnamøti verða fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin við spølum, klovnum, kappingum, sangi, søgu og annað spennandi fyri børnini. Eisini fáa tey vitjandi okkurt gott at eta allar dagarnar.

 

Fyrsta barnamøtið verður fríggjakvøldið kl. 18, eftir at børn og vaksin eru boðin nátturða frá kl 17.

 

Hildið verður fram leygardagin við drekkamunni til øll kl. 17, og so er barnamøti kl. 18.

 

Sunnudagin byrjar morgunmøtið kl. 11 við, at sungið verður saman við børnunum fyrstu 20 minuttir, áðrenn tey fara í barnaansing. Kl. 12:30 byrjar barnamøtið, sum endar Kl. 13:30, tá ið frokostur verður fyri øll.

 

Skráin kann síggjast á heimasíðuni hjá Betesda.