Leikurin snýr seg um ein fátækan drong og eina bóndadóttur, sum hava verið góð síðan tey vóru smá, hóast bóndanum ikki dámar at tey spæla saman. Men tá Risin av Gráfjalli tekur gentuna, og rýmir við henni, avger drongurin at fara at bjarga henni. Nógv løgið hendir honum á vegnum, áðrenn hann kemur vegin fram til Gráfjall, og finnur gentuna. Men hvussu skulu tey fáa lívið av risanum, tá hann onki hjarta hevur í kroppinum?
Gunnvá Zachariasen og Hans Tórgarð hava gjørt leikin, og tey spæla sjálvi bæði børnini og risan, bóndan og allar hinar verurnar, ið koma fyri í leikinum ? uttan hjálp av ljósið, ljóði, búnum ella kulissum! Eitt kuffert við ymsum løgnum í, er tað einasta tey hava við sær á pallin, so hugflogi sleppur at standa sína roynd, bæði hjá leikarunum og áskoðarunum.
Tey hava spælt nú í knappar tvær vikur fyri barnagørðum og frítíðarskúlum, og hevur leikurin verið sera væl umtóktir millum bæði børn og vaksin. Øll børn ganga ikki í barnagarð, so tí hevur Gríma nú sett tvær almennar sýningar á skránna, hósdagin kl. 17.00 og leygardagin kl. 15.00. Er áhugin stórur verða kanska fleiri sýningar.
Leikurin er serliga væl egnaður til børn frá 3 til 10 ár, men annars eru allar barnsligar sálir vælkomnar oman á Meiaríið til ein knappan tíma, har hugflogið verður sett í sentrum.