Vit kennast
Stryrk relatiónirnar hjá barninum við hesum spælinum, har tit skulu gita fólk, sum tit kenna. Annar kemur við upplýsingum um persónin. Til dømis: Tann, sum eg hugsi um, býr í Klaksvík. Hann hevur myrkt hár og eigur tveir synir. Hvør er tað? So skal hin gita. Aftaná skiftast tit.
--
Hygg í eyguni á barninum frá fyrsta degi.
--
Eg viiiil hava ...
Hvør kennir ikki til plágarí í handlum og úr ynskibløðum, sum koma við postinum? Í staðin fyri at siga kortanei, so lofta heldur ynskinum við at lurta og vísa barninum, at tú skilir og hoyrir tað. Til dømis: »Ja, tú kundi ordiliga væl hugsað tær hasa dukkuna. Tað skilji eg væl, tí hon er ordiliga fín og tú hevði verið so góð við hana. Kanska kundi tú ynskt tær hana í jólagávu?«
--
Eg og tú á netinum
Ver saman við barninum, tá ið tað fer á netið
Lær barnið ikki at lata persónligar upplýsingar frá sær
Far við, um barnið vil hitta onkran, sum tað hevur lært at kenna á netinum
Lær barnið at vísa góðan atburð á netinum
Legg filtur á telduna, sum forðar atgongdina til ávísar síður
--
HAHAHA
Barnið skal flenna hvønn dag – um tað so skal kitlast til tað.
--
Tónin smittar
Svara altíð barninum ordiliga, tá tað spyr um okkurt. Tosað ongantíð ljótt um onnur, tá barnið er til staðar. Tónin heima fylgir barninum alt lívið.
--
Málslig menning
Les og fortel søgur hvønn dag. Legg eisini aldursvarandi bøkur og uppgávur fram.
Fortel um tankar og hendingar, sum tú minnist. Eisini um familjuna og tað sum hendi fyrr í tíðini.
--
Vit eru vetrarklár
• Lat barnið vera úti í frískari luft í minsta lagi ein hálvan tíma hvønn dag
• Lufta út heima fleiri ferðir hvønn dag
• Lofta hvørjari sólstrálu og gev barninum nógvan fisk at eta. So fær tað ikki undirskot av D-vitaminum
• Síggj til, at barnið rørir seg í minsta lagi ein tíma hvønn dag. Lat til dømis bilin standa heima og gangið til stovnin
• Lat barnið í góð og víð útiklæðir, sum halda kulda, vindi og vætu úti, men sum eisini eru til at røra seg í.
• Tá tað frystir: smyr kjálkar, hendur og varrar við feitum kremi, sum ikki inniheldur vatn.
--
Lítla mjúka krovið
Hjá The Body Shop vita tey, at onki er sum eitt heitt og mjúkt babykrov. Í nýggju babyrøðini »Buriti Baby« verður hædd tikin fyri, at húðin á smábørnum er fín og viðbrekin. Tí skal skynsemi vera í hæddini, tá barnið er í bað. »Buriti Baby« røðin er góðkend av barna- og húðlæknum.
--
Hvar er húgvan nú???
Navnastemplið er ein genial uppfinning, har tú skjótt og lætt kanst seta navn í ting og klæðir hjá barninum: bamsur, leikur, skógvar, jakkar, draktir... Vel sjálv tekst og skrift. Tolir vask við 90° og heldur umleið 60 vask við 30°. Navnastemplið er eisini vælegnað til fólk á sambýlum ella ellisheimum. Fæst til keyps á spildurnýggju heimasíðuni www.fjas.fo, sum selur mangt og hvat til børn og barnafamiljur..
* Familjan Eikilund
Tlf. 33 00 00
* Mia & Anton
Tlf. 33 00 00