Barnakonur verða vardar

Sambært einum nýggjum rundskrivi frá Fíggjarmálaráðnum, kunnu barnakonur, sum hava 8 vikur eftir til føðing, sleppa undan kvøldvaktum og náttarvaktum, heilt ella partvíst. 

Kortini skal konan varðveita lønina, sum um vaktarskipanin varð ikki løgd um. 

Sagt verður, at tilmælið stavar frá samráðingum við Hjálparlæknafelagið, sum hevur ynskt, at barnakonur skuldu sleppa undan kvøld- og náttarvaktum uttan at fara niður í løn.

Landsstýrismaðurin sigur, at hetta er eitt dømi um, at tað stundum er lættari at ganga á møti slíkum krøvum, sum eru ikki bara um meiri í løn.