Barnakonur sleppa ikki framat til viðtalu hjá ljósmóður

Malan Ludvig hevur bert verið til eina viðtalu í viðgongutíðini

Malan Ludvig í Havn gongur við fjórða barni sínum, og er nú í 24. viku í viðgongutíðini. Eisini hon hevur verið ávirkað av kreppuni á føðideildini. Tá hon skuldi til fyrstu viðtaluna hjá ljósmóður, varð hon uppringd ein hálvan tíma áðrenn viðtaluna, og fekk tá at vita, at ljósmóðurin var sjúk, men at hon fekk tíð hjá eini aðrari ljósmóður, sum var avloysari. Til ta viðtaluna fekk Malan Ludvig at vita at næstu ferð fekk sína egnu ljósmóður.

 

 

Soleiðis var ikki, tí næstu ferð Malan Ludvig hevði tíð hjá ljósmóður síni, sum var á leið hálvan juni, varð Malan aftur uppringd, og fekk tá at vita, at ljósmóðurin varð sjúkrameldað, og tíðin hon hevði avlýst. Hon fekk so eina nýggja tíð 27. juni. 

 

 

Síðani varð Malan Ludvig aftur uppringd, tí viðtala hennara við ljósmóður, sum skuldi vera 27. juni, varð avlýst. Hon hevur tí bert verið til viðtalu hjá ljósmóður eina ferð í viðgongutíðini. 

 

 

Hon greiðir frá, at umframt viðtalur hjá ljósmóður skulu barnakonur tríggjar ferðir til kommunulækna at kannast. Hon skal til lækna fyri aðru ferð hesa vikuna. Hon hevur fingið at vita, tá tíðin hjá ljósmóður hennara varð avlýst, at hon kundu biða um eina eyka tíð hjá lækna, av tí at hon ikki hevur verið kannað hjá ljósmóður so ofta, sum hon hevur rætt til. 

 

Malan Ludvig, sum gongur við fjórða barni sínum, hevur ongantíð áður roynt at veri í eini støðu, har hon ikki sleppur framat til ljósmóður í viðgongutíðini. Hon vísur á, at tað er nógvur ótryggleiki tengdur at støðuni.

 

 

- Vit eru fleiri barnakonur, sum eru nervøsar um støðuna og frustreraðar yvir, at vit ikki sleppa framat. Tað er ein ótryggleiki sum fylgir við, og man hugsar um, hvussu tað fer at verða um okkurt gongur galið.