Barnakarnevalur í Sundalagnum

Í morgin, fríggjadagin 22. Juni, verður skipað fyri barnakarnevali í Sundalagnum. Tað verða sjórænararnir, Kapteyn Gardar og Stampi, og slangurnar Hann Hugo og Hon Hugo, ið fara at standa fyri undirhaldinum.

Skipað verður fyri skattajakt, har øll – børn og vaksin – fara at leita eftir einum skatti, og so verður sangur eisini á skránni.

Skráin fyri daginsær soleiðis út:

Kl. 15.00 Skrúðgongan fer frá Margáum til Kráir

Kl. 15.20 Vælkomin

Kl. 15.25 Tónleikur á pallinum við Skúlaorkestrinum

Kl 15.40 Barnazumba á pallinum

Kl. 16.00 Kapteyn Gardar og Stampi ..... Hey ho jubbididheyyyy.....

Kl. 17.45 Takk fyri í dag

Vitjan verður av alskyns akførum uttan fyri barnagarðin. Har verður gravimaskina og traktorur, og so verður eisini vitjan av politibili, sjúkrabili og sløkkiliðsbili.

Eisini verður skipað fyri andlitsmáling og djóraframsýning.

Fólk nýtast heldur ikki at ganga svong, tí møguleiki verður fyri at keypa kaffi ella te, vaflir, softice, pylsur og djús, sigur Sunda kommuna.