Barnakórstevna í Sørvági

Herfyri var stór barnakórstevna hildin í Sørvági. Umleið hálvttriðjahundrað børn úr meginpartinum av landinum luttóku

Næstseinasta vikuskifti savnaðust umleið hálvttriðjahundrað skúlabørn úr stórum parti av landinum til sangstevnu í Sørvags Skúla.
Børnini, sum vóru úr teimum eldru flokkunum í grundskúlanum, komu saman við lærarum til Sørvágs.
Tiltakið vardi allan dagin, og sungu tey saman sangir burtur úr bókini Loppugras, sum Sólrun Michelsen hevur gjørt. Pauli Hansen hevur gjørt løg til sangirnar, sum eisini eru givnir út á fløgu.
Joanna Johansen var kórleiðari í Sørvági hendan dagin, og tónaskaldið var eisini til staðar.
Seinnapartin var konsert, har sangirnir, børnini høvdu vant um dagin, vórðu sungnir.