Barnajól á barnadeildini

Kring alt landið verður nógv gjørt burtur úr jólunum. Í barnagørðum og skúlum verður klipt og pyntað, og øll gleðast um tilstundandi jólahøgtíðina.

Myndir:Jan Müller

 

 

 

So eru tað tey børnini, sum ikki sleppa við til ymsu jólahaldini, eitt nú tey, sum eru á sjúkrahúsi. Barnadeildin á Landssjúkrahúsinum ger hvørt ár nógv fyri at gera tað hugnaligt og jólaligt í desember. Og so var aftur í ár. Nú um dagarnar varð jólahald á Barnadeildini fyri innløgdu børnunum, foreldrum og systkjum teirra, starvsfólkunum og børnum teirra. Og aftur í ár settu næmingar á Musikkskúlanum í Havn sín serstaka dám á jólahaldið. Og sjálvandi einki jólahald uttan jólatræ og jólamann. Kjøtkrókur vitjaði á Barnadeildini eins og hann hevur gjørt tað mongu seinastu árini.