Barnahylurin klárur

Nú er bara eftir at leggja dúk í botnin í hyljunum í Vági

Arbeiðið við at leggja flísar á, er komið heilt væl áleiðis í vælverudeplinum í Vági. Nú er barnahylurin til tey smæstu eisini við at verða klárur. Hetta er hylur, ið einans er 40 cm djúpur. Botnurin er stoyptur, og nú er bara eftir at leggja ein bleytan dúk á hendan, áðrenn hylurin er klárur.

 

Uttan fyri eru tey eisini farin undir arbeiðið at gera parkeringsøkið klárt, og tá farið verður um ársskiftið, verður av álvara sjónligt, hvussu komandi vælverudepilin fer at taka seg út.

 

Fleiri myndir síggjast HER