Í morgun var sáttmálin um Barnahúsið undirskrivaður og Barnahúsið lat eisini upp í dag. Barnahúsið er eitt tvørfakligt átak, sum skal tryggja barninum betri umstøður, tá tað skal eygleiðast, avhoyrast ella kannast.
Á tíðinfafundi fyrrapartin segði fútin, at umstøðurnar til politiavhoyringar av børnunum verður munandi tryggari fyri børnini, tá tey ikki eru noydd at koma inn á løgreglustøðina. Serlig videoútgerð er eisini fingin til vega, og hon skal tryggja, at frágreiðingarnar hjá børnunum verða filmaðar, so tey skulu sleppa undan av endurtaka søguna fleiri ferðir og fyri fleiri ymsum fólkum. Um málið skal fyri rættin, verða tá eisini upptøkurnar nýttar, so barnið sleppur undan at vitna frammanfyri øllum.
Barnahúsið er eitt átak undir Barnaverndartænastunum kring landið, og tað eru hesar sum seta seg í samband við Barnahúsið, tá tey gerast varug við, at eitt barn hevur verið fyri ágangi. Barnahúsið samskipar so neyðugu kanningarnar og syrgir fyri at fakfólkini verða innkallað, soleiðis at allar kanningar verða gjørdar um eina leið.
Um neyðugt er við læknaligum kanningum verða hesar gjørdar á Landssjúkrahúsinum.
Higartil hava tað verið 18 mál árliga, sum kundu hoyrt til Barnahúsið, men tølini frá grannalondunum vísa, at tá Barnahúsið er sett á stovn, veksur tørvurin, tí børnini kenna seg tryggari at greiða frá tí, teimum hevur verið fyri.
Fyri at tryggja børnini best møguligt, er staðið, har Barnahúsið er, loyniligt.