Skapandi gávurnar hjá Jensinu Olsen koma aftur nú føroyingum til góðar við fløguni ?Barnahjartafløga? Jensina Olsen, sum flestu børn munnu kenna frá sjónvapssendingunum Ding Dang Papasang, hevur sjálv staðið fyri meginpartinum av arbeiðinum aftanfyri útgávuna Barnahjartafløga, sum Tutl gevur út í hesum døgum. Hon hevur sjálv prýtt litfagra húsan og skrivað orð og løg til sangirnar, burtursæð frá einum, sum pápi hennara, Knút Olsen, hevur gjørt lagið til.
Afturat sær hevur hon havt góð fólk sum Arnold Ludwig, Pætur við Keldu og Janus Kampmann.
Útgávukonsert var í gjár í hølunum hjá Tutl í Niels Finsens gøtu, har ein rúgva av børnum og vaksnum fingu nýggju løgini at hoyra fyri fyrstu ferð.
Eitt er vist: Bamsusangurin verður tað heilt stóra hittið hetta summarið!