Barnahermenn tiknir

Stjórnarherurin í Filipsoyggjunum hevur tikið meiri enn 170 børn, sum vóru hermenn hjá kommunistisku uppreistrarrørsluni NPA.

Sambært keldum hjá stjórnarherinum er talan um 122 dreingir og 50 gentur. Flestu teirra arbeiddu sum sendiboð ella sjúkrarøktarar hjá uppreistrarherinum, men onnur virkaðu sum njósnarar og sum veruligir hermenn. Sambært keldunum eru børnini send til ymsar almennar stovnar, har tey annaðhvørt skulu ganga í skúla ella fáa lønt arbeiði.

Myndugleikarnir í Filipsoyggjunum hava í fleiri ár skuldsett kommunistisku uppreistrarrørsluna fyri at bróta altjóða bannið ímóti at nýta børn sum hermenn, men sambært stjórnini letur rørslan ikki atfinningarnar við seg koma.