ST ávarar nú um børn, sum virka sum alvápnaðir hermenn í Suðursudan, og sum fremja tær mest óhugnaligu brotsgerðirnar ímóti vaksnum og børnum.
-Eg havi tosað við møður, sum søgdu mær, hvussu børn lup á bygdina og beindu fyri børnum har, sigur norska Randi Saure við kringvarpið NRK. Hon arbeiðir hjá felagsskapinum Redd Barna og hevur júst verið í Suðursudan.
ST-hákommiserurin í mannarætindum, Navi Pillay, segði fyri nøkrum døgum síðani, at teir seinastu seks mánaðirnar eru meiri enn 9.000 børn í Suðursudan farin í kríggj sum hermenn.
-Tað eru báðir partar í stríðnum, sum brúka børn sum hermenn, og vit vita, at bardagin hevur kostað fleiri børnum lívið, og tað er galdandi fyri báðar patrtar, segði Navi Pillay.
Randi Saure sigur við norska kringvarpið, at ofta eru tað børnini, sum fremja tær mest óhugnaligu brotsgerðirnar so sum neyðtøkur og dráp.
-Hetta eru dreingir niður í 14 ára aldur, sum verða brúktir í einum ísakøldum og politiskum parti av krígnum, sigur Rande Saure. Hon hevur sjálv sæð alvápnað 13 - 14 ára gomul børn ganga ígjøgnum býirnar í Suðursudan.
Teir stríðandi partarnir í Suðursudan hava samráðst seg fram til eina vápnahvíld, men enn er einki, sum bendir á, at teir eru sinnaðir at leggja vápnini. Heldur tvørturímóti, skrivar NRK.










