Barnaheim pávans fær ikki frið

Gjáranáttina høvdu fólk gjørt seg inn á barnaheimið hjá Benedikt páva við at meiggja tað út við alskyns ókvæmisorðum. Týska løgreglan sigur, at onkur hevði sprænt máling á barnaheimið hjá pávanum, sum er í Markil am Inn í Bayern, og at í fleiri førum var talan um ærumeiðandi orðalag.

Ein talsmaður fyri løgregluna vil ikki siga, hvørji ærumeiðandi orð talan er um, men sambært fjølmiðlunum snúði tað seg um tær nógvu gølurnar um kynsligan ágang í teirri katólsku kirkjuni.