Søkkiliðið í Klaksvík fekk um fýratíðina í mogun boð um, at eldur var í einum sethúsum á Bøgøtu. Tá ið teir komu á staðið, stóðu tey í ljósum loga.
Húsini er øll farin og umráðandi var í sambandi við sløkkingina eisini at halda hini húsini í grannalagnum frá eldvanda.
Sum sløkkiliðsmaður fært tú mangar ótespiligar uppgávur – Tað mundi vera særandi hjá sløkkiliðsleiðaranum, Finni Hansen at standa tíðliga á morgni og sløkkja sítt egna barnaheim, samstundis sum greitt varð, at ikki vóru vónir fyri at bjargna nøkrum.
Eingin var í húsunum, tá ið eldur kom í, og boðini um eldin komu frá grannalagnum longur uppi.
Sí fleiri myndir niðanfyri