Barnahús til føroysk børn

Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, ætlar nú at stovna eitt barnahús til børn, sum hava verið fyri ágangi, fyrst og fremst kynsligum ágangi.

- Hetta er eitt mál, vit arbeiða við í almannamálaráðnum og sum ætlanin er at seta í verk skjótast gjørligt, sigur hon.

- Talan skal vera eitt trygt hús, har børnini kunnu vera og har avvarðandi myndugleikar so koma til barnið ístaðin fyri, sum nú er, at tað er barnið, sum skal ferðast runt til ymsar myndugleikar.

- Er eitt barn fyri kynsligum ágangi, kann tað verða undir tryggum umstøðum í barnahúsinum og so koma løgregla, sálarfrøðingar, læknar, sosialráðgevarar og hvørjir avvarðandi myndugleikar, tað nú kann vera, til barnið, heldur enn at barnið skal ferðast runt til tey.

- Endamálið er birta upp undir, at myndugleikarnir broyta hugburð og atburð, so at teir fara til barnið og tosa saman.

Annika Olsen leggur afturat, at slík barnahús eru roynd fleiri staðni við sera góðum úrsliti.