Barnahúgvan nýggasti móti

Okkurt bendir á, at vit aftur skulu umhugsa brølapuna, tá oyrini skulu hitast, tí nú er hon at síggja á vaksnum høvdum á mótamyndini

Tey flestu hava óivað lukkuliga gloymt alt um bundnu heitu brølapuna, sum nógv av okkum brúktu, tá vit vóru børn. Men okkurt bendir á, at vit aftur skulu umhugsa brølapuna, tá oyrini skulu hitast, tí nú er hon at síggja á vaksnum høvdum á mótamyndini – bæði á mótaframsýningum og á gøtuni.

Brølapan, eisini kallað balaclava, var longu á mótasýningum fyri vetrarmótan hjá bæði Chanel og Calvin Klein í 2018, men rákið er ikki blivið populert fyrr enn nú, enn fleiri mótahús vísa balaclavaina fram á mótasýningum.

Útgávurnar av brølapuni eru nógvar, og alt frá klassiskum skíðhúgvum til stuttligar ella perluprýddar brølapur hava verið at sæð, og fleiri instagrammarar hava lagt bindi uppskriftir upp á feminimar útgávur av bundnu brølapuni á sosiala miðilin. Eisini er brølapan nú at fáa til keyps í fleiri stórum mótahandlum.