U 10, drongir C, og U 10 gentur B, hjá VB eru í dag føroyameistarar í hondbólti.
Og móttøkan í Vági var stórfingin, tá ungu vinnararnir komu til bygdar við steypum og gulli um hálsin.
Har var fýrverk, og bilar koyrdu floytandi gjøgnum Vágsbygd við vinnarunum, og farið varð vestur á Eiðið í høllina, har stórfingin mótøka var fyriskipað. Har stóð køka, leskirykkur og kaffi klárt, meðan fjeppaar fagnaðu ungu leikarunum.
Røður vórðu hildnar og frá VB fingu meistararnir gávukort og VB nál.
Myndin sýnir U 10 føroyameistararnar í hondbólti 2017 hjá drongjum C og gentum B.










