Í morgin verður skipað fyri føroyskari barnaguðstænastu í Keypmannahavn.
Føroyahúsið í Keypmannahavn sigur soleiðis í tíðindaskrivi:
Barnaguðstænasta verður í Hans Egede Kirkju sunnudagin 30. apríl kl. 11.00.
Kirkjan liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø. S-tokstøðin Nordhavn liggur umleið 5 minuttir frá kirkjuni og bussarnir 3A, 8A og 37 steðga tætt við.
Guðtænastan heldur á í ein hálvan tíma. Vit syngja sunnudagsskúlasangir, ein sálm og hoyra søguna um, hvussu Pætur gjørdist lærusveinur hjá Jesusi.
Eftir guðstænastuna bjóða vit barnavinaligan frokost. Til ber at tekna seg til tiltakið á bbh(at)km.dk ella á tlf. 51 35 51 90, so fyrireikarar vita hvussu nógv vaksin og børn koma hendan dagin.
Føroyskur prestur í Keypmannahavn er Borgny Brünings-Hansen










