? Vit ætla at stríðast fyri, at ætlaði barnagarðurin í Sjónleikarhúsinum kortini verður til nakað, sigur Marita V. Rasmussen í felagnum hjá foreldrum at smábørnum í Tórshavnar kommunu í viðmerking til, at Havnar Sjónleikarfelag nú hevur lagt málið um barngarð í húsinum á hillina.
? Bólturin hevur alla tíðina ligið hjá Tórshavnar býráð og vit mugu fáa at vita, hvør ætlanin hjá býráðnum í grundini er, sigur Marita Rasmussen.
Í brævi til sosialunevnd, fíggjarnevndina og trímannabólkin við Katrin Dahl, Hallstein Sigurðsson og Klæmint Olsen, sum arbeiðir við barnaansingarmálinum, hevur felagið gjørdi vart við støðu sína um politikkin, sum verður førdur á økinum. Næsti býráðsfundur verður 28. mai og tá stendur barnaansing aftur á skránni. Foreldrabólkurin ætlar at hava fund við sosialunevnd áðrenn fundin.
? Fleiri ansingingarpláss mugu útvegast og tað hevur ongan týdning, hvar tey skulu finnast. Felagið tekur undir við ætlanini um at gera barnagarð í Sjónleikarhúsinum, loysnin er góð og skjót. Vit halda tað er ógvuliga spell, um málið dettur niðurfyri og tí ætla vit at gera nakað ítøkiligt, soleiðis at tað ikki verður slept. Tí skulu vit hava fund við sosialunevnd og hava svar uppá, hvør ætlanin er og um tað veruliga er so, at ætlaði barnagarðurin í Sjónleikarhúsinum verður sleptur, sigur Marita V. Rasmussen.
Ætlan
Foreldrabólkurin hevur frætt, at ein ætlan skal gerast, sum skal loysa allar trupulleikarnar á barnaansingarøkinum í kommununi yvir tvey ár. Hvussu tann ætlanin fer at síggja út, ber ikki til at fáa upplýst, møguliga verður skotið upp, at øllum børnum verða tryggja eitt ansingarpláss.
? Foreldrafelagið hevur tann hugburðurin, at eru hesi 45 plássini í eygsjón í Sjónleikarhúsinum, skal man gera alt hvat man kann fyri at fáa tey. Spurningurin er bara, hvussu vit fáa ávirkað býráðið soleiðis at tað tekur av tilboðnum hjá Havnar Sjónleikarfelag, sigur Marita V. Rasmussen.
? Tað einasta vit kunnu gera er at arbeiða fram ímóti, at ætlanin ikki dettur niðurfyri, og royna at finna út av, um tað ikki ber til at loysa málið onkusvegna, t.d. við at sáttmáli verður gjørdur við Sjónleikarhúsið, sigur Marita V. Rasmussen at enda í viðmerking.