Barnagarðurin, sum Hvalbiar kommuna ætlar at byggja í Hvalba, nærkast nú eitt fet.
Borgarstjórin, Trúgvi Gudmundson, sigur, at barnagarðurin er í eini tilgongd.
Nú er so arbeðið byrjað at gera ein atkomuveg inn á økið, har ætlanin er at byggja barnagarðin, og hetta arbeiðið byrjaði í vikuni sum fór.
- Ætlanin er, at økið skal verða útgrivið og planerað í hesum árinum, og nú fer so eisini projekteringsarbeiðið í gongd, sigur Hvalbiar kommuna.










