Barnagarður til 80 børn um eitt ár

Í dag er sáttmálið gjørdur um nýggjan barnagarð í Kollafirði

Um eitt ár fáa kollfirðingar ein nýggjan barnagarð til 80 børn. Tað var greitt, nú sáttmáli er gjørdur um barnagarðin í dag.

 

Á fíggjarætlanini fyri í ár, hevur býráðið sett 14 milliónur av til til nýggjan dagstovn í Kollafirði, og áður vóru játtaðar  1,5 millión til at keypa grundøki fyri.

 

Lisitatiónin fyri nýggjum dagstovni í Kollafirði var 26. januar 2015. Tvey tilboð komu inn, har Bulur átti lægra tilboðið.

 

Samráðingar hava tí verið við Bul og nú er so sáttmálin undirskrivaður. Samstundis er avtala gjørd um at stovnurin skal hava jarðhita, so tilsamans kostat hann 13.970.280 krónur.

 

Farið verður undir arbeiðið nú og um eitt ár barnagarðurin liðugur at taka í nýtslu.