Barnagarðurin á Mýrunum í Runavík, sum hevur 10 ár á baki, er teknaður av arkitektum - júst til ætlaða endamálið. Tey, ið standa aftan fyri stovnin, bjóða nú fólki inn á gólvið at vitja, meðan mentanarvika er í Runavík.
Fólk hava soleiðis høvi at vitja í Barnagarðinum á Mýrunum týsmorgunin, sum er í morgin - og hósmorgunin - í tímunum millum klokkan 8 og 11.
- Vit bjóða eina rundvísing, har starvsfólk saman við børnum vísa fram stovurnar. Vit gleða okkum til at taka ímóti øllum, sum koma á gátt, siga bæði stór og smá saman við foreldraráðnum í Barnagarðinum á Mýrunum.