Útlitini í Hvalbiar kommunu eru góð, og skattainntøkurnar higartil í ár eru væl hægri enn somu tíð í fjør.
Á fíggjarætlanini fyri 2015 hevur Hvalbiar kommuna sett 2,6 miljónir krónur av til barnagarð, og ætlanin er at brúka hesar pengarnar upp á verkætlanina í komandi ári.
Vegur er bygdur yvir á økið, har barnagarðurin skal byggjast, og kommunan hevur fingið tvey tilboð upp á útgrevstur, sum endalig støða enn ikki er tikin til.
Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu, sigur, at samlaði kostnaðurin av barnagarðinum helst fer at liggja um stívliga sjey miljónir krónur.
- Tað er ikki longur ein spurningur, um vit skulul hava barnagarð í Hvalba ella ikki. Spurningurin er, hvussu stórur barnagarðurin skal verða.
Borgarstjórin væntar, at talan verður um ein barnagarð til umleið 60 børn - heilt úr vøggustovu og upp til frítíðarskúla.
- Ætlandi verður byggitíðin eitt ár frá tí, at arbeiðið byrjar, sigur Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu.