Trý børn vórðu særd, tá ein fimm ára gamal drongur kom í barnagarð á Ross Elementary-skúlanum í Texas við skammbyrsu. Drongurin skjeyt ikki, men skammbyrsan gekk av, tá hon datt úr tasku hansara niður á gólvið.
Djónvarpið KRRC sigur, at skotið rakti tann fimm ára gamla og tveir seks ára gamlar drongir í beinini, men at teir fingu ikki álvarssaman skaða.
Løgreglan á staðnum vil ikki vátta, at tað var tann fimm ára gamli drongurin, sum hevði skammbhyrsuna við sær í barnagarðin, men løgreglan hevur tó váttað sjálva hendingina. Sambært AP-tíðindastovuni er tað ógreitt, hvussu drongurin fekk fatur á skammbyrsuni.