Mánadagin var reisigildi á Strondum í samband við, at tekjan á barnagarðinum á Strondum er reist. Fjarðahús stendur fyri byggingini. Bygningurin er 750 fermetrar og skal rúma 2 vøggustovur, 2 barnastovur og eina frítíðarstovu.
Barnagarðurin liggur væl fyri beint norðan fyri bygdahúsið. Tað eru nógvar barnafamiljur á Strondum, og barnagarðurin er kærkomin hjá teimum. Av kommunuskrivstovuni frætta vit, at nógv biðja um grundstykkið, so tí kunnu væntast enn fleiri børn.
Tað eru serliga fólk úr høvuðsstaðnum, sum biðja um grundstykkið. Tá ið undirsjóvartunnilin kemur, verða tað uttan iva nógv, sum vilja búgva á Strondum, hóast tey arbeiða í Havn. Arbeiðið byrjaði í november í fjør, og barnagarðurin verður eftir ætlan liðugur 1. november.