Á grækarismessu varð sáttmáli um útbygging av barnagarðinum á Sandi undirskrivaður. Tað er Niels Johannes Tjaldrastein, timburmeistari, sum hevur fingið
arbeiðið.
Byggjast skal ein lon oman úr verandi vøggustovu, sum kemur at húsa í mesta lagi 44 barnagarðsbørnum. Í verandi løtu húsast barnagarðurin á Sandi í trimum hølum, og barnagarðsbørnini húsast í gamla skúla, sum er út við 130 ára gamal.
- Einki er at taka seg aftur í, at karmarnir um barnaansingina á Sandi við hesi útbygging verða betri um eina tíð, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu.
Tað er Magnus Hansen, arkitektur, sum hevur eftirlitið við byggingini.