Barnagarðurin goymt leikurnar burtur

Á barnagarðinum á Sandi spæla børnini ikki við leikur í ein heilan mánað

Á barnagarðinum á Sandi spæla børnini ikki við leikur í ein heilan mánað. Hugskotið kom frá einum av starvsfólkunum í fjør, tá avgjørt varð at gera okkurt annarleiðis í ein mánað. Tey goymdu tá eisini allar leikurnar burtur, og savnaðu seg um endurnýtslu. Í ár eru leikurnar aftur goymdar burtur, og nú savna tey seg um rørslu.

 

Petrina Nolsøe, leiðari á barnagarðinum á Sandi, greiðir frá at tey einans hava amboð, sum stimbra um rørslu hjá børnunum, frammi. Hetta eru sovorið sum tú mást brúka kroppin til, so sum súkklur, trampolinir og so framvegis. Hon sigur, at tey eisini ansa eftir, at børnini ikki bert brúka eina rørslu, so sum at súkkla, men at tey royna ymiskar nýggjar rørslur eisini.

 

-Tá børn eru væl fyri rørsluliga styrkir tað bæði sjálvsvirði og sjálvsálitið. Eisini verður innlæringin nemmari, sigur Petrina Nolsøe.

 

Á barnagarðinum vóru leikunar goymdar burtur 1. mars, og verða ikki funnar fram aftur fyrr enn ein mánaður er liðin. Áðrenn leikurnar vórðu goymdar burtur vóru foreldur og børn tó væl kunnaði og fyrireikaði, greiðir hon frá. Hjá onkrum barni var tað torført at skilja, at tað nú ikki kundi taka leikutoy við í barnagarð at vísa vinfólki, men børnini hava skjótt vant seg við nýggju umstøðurnar.

 

- Í dag hava vit í barnagarðinum spælt, at alt gólvið er eitt hav. Vit hava teknað fiskar og hávar, sum liggja á gólvinum, og so hava vit muga gingið á borðum og stólum, greiðir hon frá.

 

Hon sigur at hetta eisini er ein avbjóðing fyri starvsfólkið, sum má hugsa og fyrireika seg annarleiðis enn vant, og eisini arbeiða við sínum rørslum, sigur hon til endans.