Barnagarður
Barnagarður skal byggjast á í samband við Landssjúkrahúsið. Tað er ein skrivlig samtykt um tað, sigur Helena Dam á Neystabø.
Í samband við samráðingar, sum verið hava, varð gjørt eitt protokollat, sum sigur, at barnagarðurin skal gerast, og at Landsjúrkahúsið skal taka stigið, vísir hon á.
Tað er ikki rætt at koma nú og siga, at tað er kommunan, sum skal gera barnagarðin.
?Væl er kommunan partur av málinum, men tað stendur greitt í protokollatinum, at barnagarðurin skal gerast ...»med kommunens accept.«
Tað merkir, sigur Helena Dam á Neystabø, at kommunan bara skal geva loyvi. Og ikki, at hon skal seta arbeiðið í gongd og gjalda tað.
Helena Dam á Neystabø vísir á, at pengar eru tøkir, sum kundu farið til barnagarðin. Tað er soleiðis, at peningur er settur av til umvæling av skrivstovuhølunum hjá Almanna- og Heilsumálastýrinum. Har er so mikið til, at tað hevði munað væl til ein barnagarð, sigur Helena Dam á Neystabø.
Hon vísir á, at tað ber ikki til at seta starvsfólk í sjúkrahúsverkinum, sum koma og fara, undir somu treytir sum fastbúgvandi fólk við kommunalum bíðilistum. Tí tey vita ikki, fyrr enn tey eru her, nær tey koma. Og tá ber ikki til at koma á bíðilista.
Alla aðrastðani verða gjørdar serskipanir á hesum økinum, og tað eiga vit eisini at gera, sigur Helena Dam á Neystabø.
Hon vísir á, at royndirnar vísa, at tað er ringt at fáa eitt nú læknar til útjaðaran. Og sum slíkur verða Føroyar eisini roknaðar. Men bara ein barnagarður hevði gjørt tað væl lættari at komið hendanveg.
?Vit krevja nógv av hesum fólkunum og noyðast eisini at geva teimum nakað afturfyri.










