Ein av elstu dagstovnum í Tórshavnar Kommunu er Drotning Ingridar barnagarður, ið húsast á Jóannesar Paturssonargøtu. Hesin stovnur er ein sjálvsognarstovnur. Nú er semja gjørd ímillum kommununa og sjálvsognarstovnin, ið tryggjar framhaldandi rakstur av stovninum, har 50 vøggustovu- og barnagarðsbørn hava sín gerandisdag.
Tað upplýsir Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevndini í Tórshavnar Kommunu, í tíðindaskrivi.
Forkvinnan staðfestir, at barnagarðinum tørvar umvælingar, og tískil fer mentamálanevndin at veita fígging at umvæla spæliplássið í barnagarðinum - eitt spælipláss, sum verður nógv nýtt av børnunum á stovnunum, men eisini eitt spælipláss, ið er til gleði fyri almenningin eftir arbeiðstíð.
Farið verður undir arbeiðið so skjótt sum gjørligt.