Barnagarður uttan lántøku

- Kostnaðurin av barnagarðinum fer helst at liggja um einar 6-7 miljónir krónur. Nakrar miljónir eru settar av til endamálið, og restin verður fíggjað yvir raksturin. Vit hava soleiðis ikki tikið upp lán til barnagarðin.

Tað sigur borgarstjórin í Vágs kommunu, Kirstin Strøm Bech, nú barnagarðurin stendur reistur í dag.

Hon vísir á, at Vágs kommuna hevur ikki møguleikar at taka upp lán, tá skuldin er meiri enn ein álíkning.

- Vit stríddust við at fáa avdráttarskáða í 2005, men fíggjarmálaráðið vildi ikki ganga okkum á møti. Tí settu vit - sum eina byrjan - tríggjar miljónir krónur av til barnagarð nøkur ár herfyri.

Borgarstjórin leggur aftrat, at kostnaðurin av verkætlanini helst fer at liggja um einar 6-7 miljónir krónur, og kommunan ætlar at gjalda restina av kostnaðinum yvir raksturin.

- Vit hava soleiðis ikki tikið upp lán til barnagarðin, sigur Kirstin Strøm Bech.

Ætlanin er, at barnagarðurin, sum fer at hava pláss fyri 70-80 børnum, skal standa liðugur fyrst í komandi ári.